Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar søga

Oliver Joensen

Í kvøld kl. 19.30 verður Klaksvíkar søga 2 løgd fram í Býráðshøllini. Øll eru vælkomin.

Á skránni er:

Sangur við Suð
Gunnvá við Keldu heldur røðu
Elin Súsanna Jacobsen umrøður verkið
Hans Andrias Sølvará greiðir frá arbeiðnum við verkinum

Í hesum sambandi fæst bókin fyri 300 kr. – 88 kr. bíligari enn í bókabúðunum – um hon verður avheintað á staðnum.

Um Klaksvíkar søgu 2

Í tíðarbilinum frá 1856 til 1940 vaks fólkatalið í Klaksvíkar kommunu úr umleið 280 upp í umleið 2200. Henda bókin er um hetta skeiðið.

Tað er í hesum skeiði, at m.a. stóra fyritøkan hjá Beck og Sønner mennist úti í Klaksvík, og tað er í hesum tíðarskeiðnum, at Joen Fredrik Kjølbro, vanliga bara nevndur Kjølbro, mennir sína stóru reiðara- og handilsfyritøku í Klaksvík. Ta fyritøkuna, sum gjørdist størsta handilsfyritøkan í Føroyum longu í 1930-árunum.

Tað er eisini um hetta mundið, at brøðrasamkoman, sum fekk stóran týdning fyri vinnuligu og mentanarligu gongdina í Klaksvík í 20. øld, festir røtur og fær stóra undirtøku í Klaksvík.

Tað er hetta vinnuliga og mentanarliga byltingarskeið, 2. bind av Klaksvíkar søgu snýr seg um.