Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiveiðusamráðingarnar millum Føroyar og Russland slitnaðar

John William Joensen

Í morgun var tíðindafundur í Murmansk har næstformaðurin í fiskivinnunevndini í Murmansk greiddi fjølmiðlunum frá, at føroyskir myndugleikar høvdu slitið samráðingarnar um fiskiveiðurættindini fyri 2010 orsaka av Skálabergmálinum

Á tíðindafundi í Murmansk í morgun kunngjørdi næstformaðurin í fiskivinnunevndini fyri Murmansk, Vadim Sokolov, at samráðingarnar millum Føroyar og Russland um veiðirættindini í Barentshavinum og kring Føroyar vóru slitnaðar.

– Samráðingarnar eru á hvørjum ári um kvotabýtið landanna millum og tey 32 árini londini hava samstarvað um fiskiveiðirættindini hava ongar álvarsligar ósemjur verið millum partarnar.

– Men triðja dagin undir samráðingunum boðaðu føroysku samráðingarfólkini frá at tey einki mandat høvdu til at skrivað undir eina endaliga avtalu og føroyingar skutu upp at samráðingarnar vóru tiknar upp av nýggju í døgunum 28. – 31. Desember.

– Tí var bara ein niðurstøða gjørd sum báðir partar undirskrivaðu, sum lýsti gongdina í samráðingunum.

– Vit hava gjørt Føroyingum greitt at vit fara at taka støðu til um vit skulu møta til samráðingar í keypmannahavn.

– Eingi umboð vóru við frá russiska uttanríkisráðnum – men um tey vóru høvdu tey neyvan kunna gjørt nakað fyri at loyst málið um Skálaberg.

Bara tvey skip í Føroyum
Russiska blaðið skrivar at sambart russiska samráðingarleiðaranum var stór øsing í Føroyum um at Skálaberg var afturhildin í Murmansk.

– Føroyar er eitt sera lítið landi við fáum fiskimonnum. Bara tvey skip eru í landinum og nú liggur annað skipið handtikið í Murmansk, skrivar russiska blaðið.

– Ein fundur skal verða í vikuni millum føroykar og russiskar myndugleikar um málið. Orsøkin til at Skálaberg er afturhildin av russisku marknaðarvaktunum er, at skipið ikki hevði loyvi at fiska í russiskum sjógvi.

– Men russiskir og føroyskir myndugleikar eru samdir um at kvotan er ikki yvirfiskað og at Skálaberg hevur einki ólógligt gjørt. Men russisku marknaðarvaktirnar krevja tó at dómsvaldið tekur støðu í spurninginum og tí liggur Skálaberg framhaldandi í Murmansk.

Vadim Sokolov, segði eisini við russiskar fjølmiðar at eitt skip úr Murmansk hevur ligið í Føroyum í fleiri mánaðar ákært fyri at hava fiskað í føroyskum sjógvi uttan neyðug loyvi.

– Men orsøkin til at tað skipið ikki er latið leyst er at reiðarin ikki er førur fyri at gjalda bótina sum skipið er dømt at gjalda. Hann segði at føroyskir og russiskir myndugleikar vóru ósamdir um hvørt hetta skipið hevði loyvi at fiskað í Føroyum ella ikki.

Russiska blaðið skrivar at í løtuni fiska 15 murmansk reiðarríir í føroyskum sjógvi.
Í 2009 var russiska kvotan 100.000 tons av svartkjafti og 11.600 tons av makreli.
Í løtuni eru 2000 tons eftir av russisku svartkjaftakvotuni í føroyskum sjógvi.

Russika fiskiveiðinevndin vantaði at málið verður loyst áðrenn fiskiskapurin byrjar aftur í 2010 – men um eingin loysn verður funnin til tað tíð verður fiskiskapurin at byrjað seinri, skrivar russiska blaðið.