Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danska Uttanríkisráði fylgir málinum um Skálaberg

John William Joensen

Tað eru fyrst og fremst føroyskir myndugleikar sum arbeiða við málinum, sigur danska uttanríkisráði í stuttari viðmerking

” Udenrigsministeriet er fuldt opmærksom på sagen. Den danske ambassade i Moskva har kontakt til de russiske myndigheder og har bl.a. bistået rederiet med at skaffe en advokat, som har opholdt sig i Murmansk under sagen.”

Hetta verður sagt í viðmerking frá danska uttanríkisráðnum. Málið liggur hjá føroysku myndugleikunum, men ráðið roynir at veita tað hjálp sum føroyskir myndugleikar hava biði um, verður sagt frá danska uttanríkisráðnum.

Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá danska uttanríkisráðharranum, sum er upptikin á altjóða Klimaráðstevnuni í Keypmannahavn.