Konsertin verður nú sunnukvøldið 13. Desembur, kl. 20:00.
Í ár fær Klaksvíkar Hornorkestur vitjan av tveimum ógvuliga ymiskum sang-solistum. Ingibjørg Hansen hevur fyrr sungið á árligu jólakonsertini, og tað er hesaferð Rani Nolsøe frá Frændum, ið spælir guitar saman við Ingibjørg.
Hin sangarin má sigast at vera nýggjur í hesum samanhangi. Hallur Joensen hevur júst útgivið sína næstu fløgu og hansara rødd ljómar regluliga í kringvarpinum. Spennandi verður at hoyra country-gospel í Christianskirkjuni.
Á skránni vera annars kend jólaløg, sálmar og felagssangur.
Magnus Brahé Jørgensen, prestur, hevur andakt.
Konsertin, sum altíð er væl vitjað, verður sum nevnt, sunnukvøldið 13. Desembur kl. 20:00.




