Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strond orsøk til óstøðugu streymveitingina

Oliver Joensen

Fólkini norðanfyri fjall, í Kunoy og aðrastaðni hava klagað um óstøðuga streymveiting. Fleiri ringdu til Norðlýsið í gjár, men í gjárkvøldið var feilurin rættaður.

Hákun Djurhuus, stjóri á SEV sigur í telefonsamrøðu í dag, at SEV hevur sett trýggjar eyka motorar, á Strond, ella trý umleið 1KW agregatir, sum hava verið í suðuri, og sum SEV hevur til at taka, har meira orka er fyri neyðini.

Tað vísti seg, at tað eina av teimum riggaði ikki sum tað skuldi og tí varð tað tikið frá í gjár, so nú skuldi alt gingið sum tað átti.

Í morgun ringdi Norðlýsið eisini til Viðareiðis og í Hvannasund, og úr báðum støðum ljóðaði at í gjárkvøldið var einki blunk á ljósinum, tá vísti alt seg at koyra sum tað skuldi.

Tó segði heimildarfólk okkara á Viðareiði, at vaskimaskinan hjá grannakonuni var fyrigingin. Vit nevndu hetta fyri Hákuni Djurhuus og hann sigur, at tað má viðkomandi taka upp við SEV, “vit hava okkara trygging, ið tekur sær av slíkum”, segði Hákun Djurhuus at enda.