Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Einki álit frá Vinnunevndini hesa vikuna

John William Joensen

Heðin Mortensen, tingbólkaformaður í Javnaðarflokkinum er farin uttanlanda og verður ikki tøkur í løgtinginum fyrr enn mánadagin. Hann sigur at hann vil síggja allar broytingarnar, sum ætlanin er at gera í uppskotinum fiskivinnunýskipan, áðrenn hann fer at góðtaka nakað sum helst.

Málgagni hjá Tjóðveldi á Facebook, Fjúrandi, siterar forkvinnuna í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, fyri at siga at hon hevur givið vinnunevndini boð um at skrivað álit um fiskivinnunýskipan og at tað skal leggjast fyri løgtingið í vikuni.

Men um hetta skal gerast er neyðugt at løgtingið atkvøður uppskotið úr vinnunevndini, tí samgongan er í minniluta í vinnunevndini. Tí er ikki gjørlig hjá samgongu umboðunum í nevndini einsamøllum, at fáa uppskotið avgreitt í Vinnunevndini.

Formaðurin í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, Heðin Mortensen er farin uttanlanda og hann verður ikki tøkur aftur fyrr enn mánadagin.

– Eg havi ikki sæð nakað uppskot til semju og veit einki um hvat ætlanin er at leggja fyri løgtingið.

– Eg farið als ikki at góðtaka, at eg ikki sleppi at lesa og viðgera ætlaðu broytingarnar. Eg verið ikki tøkur fyrr enn mánadagin. Sjálvur eri eg samdur við Jóannes Eidesgaard, at samgongan átti heldur at samtykt broytingar í fiskivinnulóggávuni í stigum, tí tað hevði verið ein trygg tilgongd fyri vinnuna og so hevði man óivað fingið breiðari semju fyri uppskotinum.