Norðurjól verður leygardagin, tá Vágstún í Klaksvík umskapað til ein jólaligan alheim. Skráin er fjølbroytt, og hevur okkurt at bjóða øllum aldursbólkum.
Hans Andrias Jacobsen, Bubu og Hallur Joensen verða at hoyra, og hartil verða barnakór og 17 sangara á skrá. Jólatræið verður tendrað kl. 15.30, og tá kemur jólamaðurin á vitjan.
Í samband við tiltakið verður Vágstún stongt frá fríggjadegnum 1. desember kl. 13.00 til leygardagin 2. desember kl. 23.00. Nærri kunning um broytingar í ferðsluni síggjast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Visit Norðoy samskipar Norðurjól fyri Klaksvíkar kommunu, og fyriskipararnir hava fingið eina heilsan frá Bubu, sum gleðir seg til at koma á Norðurjól.
Fylg leinkjuni, og síggj fittu heilsuna frá fitta klovninum: https://www.facebook.com/nordurjol/videos/1705055976236073/?hc_ref=ARQyrfORN43jAj6yscgb17oN8-kdCh-Ishd46tUKFtc-q4-yObXLGA_X1KRTsxJrIMw
Skrá Norðurjól
10.00: Norðurjól letur upp
10.00-17.00: Sølubásar: Sniðgivnar vørur, føroysk framleiðsla og serstakar vørur úr Norðoyggjum
10.00-17.00: Matsøla: Heit suppa, nýkókaðar kleynur, heitir drykkir, jólabitar úr heimsins heraðshornum o.a.
10.00-17.00: Myndaboks er opið
10.00-15.00: Handlarnir í Klaksvíkar Handilsfelag hava opið
11.00-15.00: Framsýning av piparkøkuhúsum í bygninginum hjá Betri, har til ber at atkvøða fyri Føroya vakrasta piparkøkuhúsið
15.30: Jólatræið tendrar, Klaksvíkar hornorkestur spælir og jólamaðurin vitjar
17.00: Norðurjól letur aftur
Sangur og undirhald á pallinum:
11.30: Yngra og eldra skúlakórið á Skúlatrøð
12.00: 17 sangarar
12.30: Hans Andrias
14.30: Barnakór KFUM & K
15.00: Bubu
16.00: Vinnarin av piparkøkuhúsakappingini verður kunngjørdur
16.30: Hallur Joensen


