Eg havi sitið og hugt eftir kjakinum, sum var í Fuglafirði fyrr í vikuni. Tað var áhugavert, men eg siti eftir við einari løgnari kenslu og spyrji meg sjálvan, hví geri eg tað?
Eg fekk sum so einki nýtt at vita av hesum fundinum, men tó so fekk eg staðfest okkurt, sum eg havi undrast á viðvíkjandi fiskivinnu nýskipanina.
Fyrst av øllum, so eg eri serstakliga fegin um, at eg ikki havi NAKAÐ at gera við at veiða fisk. Um eg hevði, so hevði eg sloppið mær burturúr skjótast gjørligt!
1. Hví broyta nakað sum sær út til at rigga væl ?
Eg rokni ikki við, at eg eri tann einasti, sum havi undrast á hetta. Næstan allir politikkarir søgdu, at hetta óivað ikki fór at gera tann stóra munin sum so. 20% á uppisølu, verandi aktørar fara at bjóða móti hvørjum ørum, status quo.
So hvi skal hetta broytast yvirhøvur? Hví brúka vit nógva tíð og orku og meira og minni seta fólk upp móti hvørjum øðrum, tey sum eru í fiskivinnuni móti teimum, sum ikki eru. Osv. Eg skilji ikki hesa framferð.
Men øll fáa meira og minni ágóðan av okkara dugnaligu fiskimonnum. So eg skilji ikki, hví alt hetta skal broytast so radikalt.
Halda tit, at tað er betri við nógvum minni skipum og kanska landsveðhald fyri teimum fiskavirkum, sum skulu setast á stovn, tí teir, sum eiga tey nú, ikki hava møguleika at reka tey víðari?
Ella bara lata tað fara, tí virkini ikki bera seg einsamøll ?
2. Uppboðssøla.
Her verður einki broytt.
20-25% av teirra kvotum skulu teir kappast um. Men hetta broytir als einki. Eingin annar klárar at bjóða móti teimum, sum longu eru í vinnuni. Og um onkur klárar at bjóða, so er tað óivað tí, at tað sum verður kappast um er nokk einki vert.
Bankarnir fara sjálvandi ikki at geva lán til at byggja skip, uppá at skula bjóða tilfeingið á uppisølu. Sjálvandi – hví skulu teir taka tann kjansin?
Fyrst eitt skip, 100 mill, so skal eg kappast um at fáa fiskin. Hvat hendir so, um eg ikki vinni hesa kapping? Hvar skal bankin so fáa sín pening frá. Omaná hetta skal eg eisini út at leita eftir fiskinum?
Kanska skal landskassin aftur veðhalda fyri lán til fiskiskip – tað hevði uttan iva loyst handan trupulleikan.
Tað einasta uppisølan fer at gera, er, at tá kvotan hevur nógv virði er dýrari hjá reiðarinum og tá kvotan hevur milluim líti og onki virið, er eingin meining við eini uppisølu.
3. Kapping kemur í og sostatt kemur hetta øllum føroyingum til góðar.
Hetta gevur heldur onga meining. Tað er longu kapping í. Tað eru longu reiðarir og fiskimenn, ið eru SERA dugnaligir. Teir hava kappast og eru nú væl fyri og megna at standa ímóti, um tað koma verri tíðir.
Teir dugnaligastu fara at vinna í eini aktión, hevur verið ført framm. Eg haldi at tað er sjón fyri søgn at teir duangligastu, hava vunni, teir hava kappast við teimum treytum, sum hava verið galdandi.
4. Hví siga teir ikki, tað teir meina?
Hetta, haldi eg eisini, er rættiliga løgið. Heldur hendan samgongan, at allir føroyingar eru skít bíttir?
Hví ikki bara siga, at reiðarnir eru vorðnir ov stórir, og vit vilja gjarna hava, at teir minka munandi. Vit ætla, at tað skulu verða fleiri minni skip, soleiðis at fleiri fólk kunnu sleppa framat at fiska okkara tilfeingi. Sig tað bara, so veit man, hvat alt hetta snýr seg um.
Sig bara, at tit vilja hava meira pening inn í landskassan, men hví gera tað so torskilt, fløkt og brúka nógva tíð uppá hetta uppskotið.
5. Partafelagsskattur.
Tað verður sagt, at tað eru feløg, sum ikki rinda maximalan tann skatt tei eiga, tí at tað er útlendskur kapitalur uppií. Hetta ber væl til at regulera við partafelagslógini og hevur einki við fiskivinnulóg at gera.
6. Vit skulu hava aðrar, ørvísi vinnur upp at standa.
Hetta hevur verið eitt, sum ofta hevur verið at hoyrt, men slett einki hevur verið gjørt við.
Hví ikki hugsavna seg um at fáa aðrar vinnur upp at standa? Og kanska brúka eitt lítið sindur av tí ovurhondsstóra skattinum og tilfeingisgjaldi, sum landskassin hóast alt fær inn til evt. at “stuðla” øðrum vinnum.
Nei, heldur vilja okkara politikkarir brúka eina rúgvu at tið uppá at niðurlaga okkara vælvirkandi fiskivinnu. Ístaðin fyri bara lata fiskivinnuna fáa frið og fara til verka at hjálpa til við nýggjum vinnum, sum einki hava við fisk at gera.
7. Tilfeingisrentan.
Hví er tað eingin, sum tosar um at fáa tann eyka peningin, sum kemur av okkara “ónormala” fiskiríkidømi, niður í ein grunn, soleiðis at vit hava okkurt at standa ímóti við, tá verri tíðir koma?
Nei, heldur skal alt í tann stóra kassan, at brúka beinanvegin.
Undarligt at tit ikki rokna við at tað koma verri tíðir?
8. 20% hugsjónin hjá vinnumálaráðharranum?
Her situr ein ultra liberalur vinnumálaráðharri við royndum innan vinnulívið og í fullum álvara sum heldur, at um man ikki klárar at vinna á uppisøluni tað eina árið, so missir man tilsvarandi kvotu til næsta árið. Hetta er ein sera løgin hugsunarháttur og kann í besta føri kallast teoretiskur og “stuttligur”. Eg haldi, at her skuldi onkur, sum dugir at telva nakrar leikir fram, komið og fortalt honum, at hetta ber ikki til.
|
Argumentið er, at teir sum duga best at kappast sjálvandi vinna. Teir, ið ikki duga, missa tað teir hava! Hetta í sær sjálvum er langt úti. Men tá tað ikki ber til at vinna meira enn ¼-1/5 av øllum kortini, og so tá ið hámarkið er nátt, so er nummar tvey klárur at keypa, so nummar trý, so nummar fýra. Status Quo.
Vónandi var hetta skemt og ikki ein partur av planinum at niðurlaga tað, sum gongur væl í okkara fiskivinnu.
9. Fleiri aktørar = meira pening í tilfeingisrentu.
Hetta hongur heldur ikki saman.
Sum nú er hava reiðaríðini effektiv skip, og sostatt liggur meira á botnlinjuni, enn um tað eru fleiri minni skip, sum skulu kappast. Hetta argumentið heldur heldur ikki.
10. Niðurstøða
Eg kann bara taka samanum, aftaná at hava hugt eftir fundinum, at her er snøgt sagt einki skil í, og tað er óamannaverk at fara undir at broyta eina fiskivinnulóg, sum eftir øllum at døma riggar væl.
Hetta uppskotið, sum nú liggur frammi, er ikki búgvi til støðutakan.
Einasta forkláring er, at hetta landstýrið ynskir gera umstøðurnar hjá hesum reiðarum verri við teirri grundgeving, at tað skal loysa seg at effektivisera og kappast!! Hetta verður ikki meira “tragikomiskt” og ólogiskt.
Teir, sum hava fingið tað at borið til við effiktiviseringum og góðum førleikum at kappast, skulu nú hava verri umstøður at kappast og effektivisera, tí at tað skal loysa seg at kappast og verða effektivur?
Hetta tykist at vera eitt stórt teoretiskt eksperiment, sum teir ikki skilja sjálvir.
Vónandi eru nøkur av hesum 17 sum sita í tinginum so mikið at sær komin, at tey hugsa seg um!


