Loksins fekk samgongan lagt uppskotið um Sjófeingi fram, men enn er sera ivasamt, um samgongan stendur saman um um tær broytingar, ið samgonguumboðini í vinnunevndini hava gjørt. Komandi dagarnir fara at vera avgerandi fyri, um uppskotið verður borðið ígjøgnum.
Meirilutin í Vinnunevndini, sum í hesum førinum er øll andstøðan, mælir løgtinginum staðiliga frá at samtykkja uppskotið, og kemur eisini vil lemjandi kritikki av fiskivinnuuppskotinum.
Millum annað siga teir fýra andstøðu tinglimirnir, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Bjørn Kalsø og Jógvan Skorheim, at nevndin hevur havt eitt ótal av hoyringum, og hava ein fyri og onnur eftir mælt frá at gera broytingarnar, sum landsstýrið hevur lagt upp til. Men eisini tað hevur verið sum at sletta vatn á gás.
Meirilutin heldur tí, at talan mest sum hevur verið um eina proformaviðgerð í Vinnunevndini, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, og formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, hava orðað broytingarnar, ið gjørdar eru.
Hetta hava løgmaður, Aksel V. Johannesen, og Javnaðarflokkurin síðan kíkað, alt sum tað er, hóast suðuroyartingmennirnir eitt stutt skifti royndu at gera ein vørr undir viðgerðini, og fingu flutt uppboðssøluna nakað niður og økiskvoturnar upp. Men fyri tað hava teir latið landsstýrismanninum heimild at leggja uppskot fyri Løgtingið at draga inn øll útlutað rættindi til landið við 3 % árliga, fyri síðan at selja tey á uppboði.
Somuleiðis gongur fram í viðmerkingunum frá Bjørn Kalsø, Jógvan Skorheim, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen, at flest allir hoyringspartar hava verið sera atfinningarsamir, og eisini mælt frá at samtykkja uppskotið.
Listin av hoyringspørtum, ið hava verið inni í Vinnunenvdini í samband við uppskotið um Sjófeingi, hevur annars verið sera langur framgongur av álitinum, ið Vinnunevndin hevur skrivað. Nevndin upplýsir, at hesi hava verið inni til hoyringar:
Føroya Fiskimannafelag,
Felagið Línuskip,
Betri Banki,
Suðuroyar Sparikassi,
Norðoya Sparikassa,
Bank Nordik,
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
Havnar Arbeiðsmannafelag,
Havnar Arbeiðskvinnufelag,
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag,
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag,
Føroya Skipara- og Navigatørfelag,
Delta Seafood,
TG Seafood,
Varðan Pelagic,
Vaðhorn Seafood,
Føroya Reiðarafelag,
Framherja,
JFK,
Meginfelag Útróðrarmanna,
Felagið Trolbátar,
Felagið Lemmatrolarar,
Felagið Trolskip,
Felagið Rækjuskip,
Felagið Nótaskip,
Felagið Garnaskip,
Thor,
Meinhard Jacobsen,
Árna M. Dam,
Vestmanna Seafood,
PRG,
Faroe Origin,
Tummas Henriksen,
Útlendingastovan,
Kappingareftirlitið,
Klaksvíkar kommuna,
Tvøroyrar Kommuna,
Eysturkommuna,
Fuglafjarðar kommuna,
Runavíkar kommuna,
Havstovan,
Vørn
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.



