Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Samansjóvingin fekk okkum til Klaksvíkar

Oliver Joensen

 

Tað siga tær báðar, Stephanie Hollender og Petra Theibel Jacobsen, sum báðar ganga á Danmarks Journalist háskúla í Aarhus og sum hava arbeitt í Klaksvík í 18 dagar við teirra bachelor uppgávu.

Tær báðar siga, at tá tær skuldu velja evni til sína skúlauppgávu, fall prátið inn á Føroyar og serliga integratiónstiltakið sum Klaksvíkar Kommuna hevur havt saman við filipinsku tilflytarunum í kommununi.

Tær báðar lesa til journalist, Petra tó til fotojournalist. Eg var í praktikk í Kristiligt Dagblað, sigur Petra, og har datt eg yvir eitthvørt um føroyar og helt at tað kundi verið áhugavert at sagt dønum eitt sindur meira um oyggjarnar úti í altlantshavi.

Vit hava havt nakrar góðar dagar her. Á einum neystalofti í Árnafirði hava vit búð, so vit hava búð eitt sindur avskornar, men tað hevur verið fínt alíkavæl.

Okkum hevur dámt sera væl her, fólkið hevur verið sera lætt at komið í samband við og allastaðni hava føroyingar tikið væl ímóti okkum.

Tá tað kemur til filipinsku kvinnurnar, so hevur tað verið eitt sindur strævnari at koma inn at teimum. Tó hava vit havt góða hjálp frá onkrari, ið hevur búð her leingi. Vit vildu nevniliga koma tættari innat onkrari, ið ikki er flutt til Føroya fyri stuttum, og tað hevur eydnast okkum.

Sum heild eru tær vit hava tosað við sera væl nøgdar við viðurskiftini her. Sjálvandi sakna tær heimlandið og hitan har, men hinvegin trívast tær væl her, eisini tí at tær kenna nógvar av hinum, sum eru fluttar til Føroya frammanundan teimum.

Integratiónsfólkini hjá Klaksvíkar kommunu hava vit eisini havt samrøður við. Tað samansjóvingar tiltakið sýnist at hava eydnast væl, tó sær út til, at uppfylging av at læra tær fremmandu føroyskt mál og føroyska mentan haltar nakað. Undirvísarar í hesum sambandi hava fyri tað mesta verið lærarar úr fólkaskúlanum og tí halda filipinarar seg hava brúk fyri størri avbjóðingum eisini. Lærararnir, sum hava undirvíst í hesum sambandi hava faktiskt havt eina dupultrollu, við tað at teir umframt at læra tey málið, eisini hava tikið sær av at læra tey um mentan og annan intregritet.

Tær báðar, Stephanie og Petra skulu avlevera uppgávu sína um 14 dagar og til januar eru tær liðnar á skúlanum.

At enda lovaðu tær okkum, at tær skuldu senda okkum uppgávuna saman við myndum, soleiðis at tey, ið hava verið so vinarlig at hava givið teimum báðum íblástur til bachelor uppgávu teirra.

Livst so spyrst.