Á Pelagos byrjaðu tey kl. 9 í morgun, at landa seinastu sildalastina hjá Tróndur í Gøtu í ár. Tey 1.500 tonsini eru liðugt arbeidd leygardagin.
Samstundis sum samgongulimirnir í vinnunevndini ynskja at avtaka gjaldið fyri at landa uttanlanda, so allur fiskur skal koma til høldar til matna, landar Tróndur í Gøtu seinastu sildalast í ár til Pelagos í Fuglafirði.
Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos upplýsir at tey á Pelagos hava arbeitt 93.000 tons higartil í ár og vænta at taka ímóti nakað av makreli aftrat.
Fríðin upplýsír víðari at skip hjá Varðanum hava verið sera væl nøgd at landa hjá Pelagos.



