Løgtingsfundurin sum skuldi byrja klokkan 09.30 byrjaði ikki fyrr enn ein lítlan tíma seinni. Vánaligu koyrilíkindini var ein av orsøkunum. Ein onnur orsøk er, at partar av andstøðuni hava fyrireika fleiri broytingaruppskot. Higartil eru fimm broytingaruppskot komin.
Bjørn Kalsø eigur eitt uppskot einsamallur. Tað snýr seg um at halda opnar træbátar uttanfyri treytirnar um fiskiloyvi. Broytingin inniber at ikki er neyðugt hjá opnum træbátum at hava eitt fiskiloyvi.
Harafturat hevur Bjørn Kalsø hevur saman við Bárði á Steig Nielsen lagt fram trý broytingaruppskot afturat.
Fyrsta broytingaruppskot er um at tryggja eina gildistíð og brúksrætt í minst 8 ár, tá loyvi skulu takast inn, heldur enn at tey eru galdandi til 1. Januar í 2026. Hendan broyting skal vera galdandi fyri heildarkvoturar, sølukvoturnar, nýggju rættindini, royndarfiskiskap og fyri fiskidagarnar. Talan verður ikki um, at broytingarnar skulu galda fyri menningarkvoturnar.
Annað uppskot frá teimum báðum snýr seg um at avmarka kvoturnar sum kunnu bjóðast út til sølu, og annars avmarka tær heimildir sum landsstýrismaðurin hevur at bjóða út.
Seinasta uppskot frá Bárði á Steig Nielsen og Birni Kalsø er heilt einfalt at strikað menningarkvoturnar úr nýskipanini.
At enda hava Bjørn Kalsø, Barður á Steig Nielsen og Bill Justinussen lagt fram boytingaruppskot viðvíkjandi eigaraskapi og ræðisrættindum. Broytingaruppskotið inniber at verandi treytir fyri útlendskan eigaraskap framhaldandi eru á 1/3, og at treytin um at útlendskur kapitalur skal úr vinnuni skal strikast.
Jógvan Skorðheim úr Sjálvstýri hevur á tingsins røðarapalli heitt á løgtingið, um at beina málið um nýskipan aftur í nevnd. Tí kann væntast, at atkvøðugreiðsla verður um at beina málið aftur í vinnunevndina.
Seinastu vikuna hevur Miðflokkurin ført fram, at flokkurin ætlar, at leingja verandi skipan í eitt ár. Onki uppskot er tó komið frá Miðflokkinum enn.



