Forkvinnan í tingbólkinum hjá Framsókn segði á tingsins røðarapalli at Framsókn fer at taka undir við fiskivinnunýskipanini.
Fiskivinnunýskipanin hevur verið fyri á løgtingi í allan dag. Tað nærkast eini atkvøðugreiðslu og forkvinnan í tingbólkinum hjá Framsókn segði at tey fara at atkvøða fyri fiskivinnunýskipanini í kvøld.
Tað tykist greitt at stóri spenningurin er hvat Magni Laksáfoss fer at gera.
Norðlýsið er í tinginum og hevur dagføringar so skjótt atkvøðugreiðslan hevur verið.



