Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Framsókn og Kristin Michelsen halda spenninginum

Jóhann Lützen

Kringvarpið ber tíðindi í kvøld at óvissa framvegis valdar um fiskivinnunýskipanina

Sambært Kringvarpinum fer Framsókn í morgin á fund at taka støðu til um tey skulu seta fram broytingaruppskot til triðju viðgerð av fiskivinnunýskipanini. Tey í Framsókn eru ónøgd við at parturin á uppboðssølu er so nógv minkaður og at menningarkvoturnar eru hækkaðar.

Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum hevur ongar viðmerkingar til Kringvarpið til spurningin um hvat hann fer at atkvøða í málinum, men sigur bert at tað fer at vísa seg týsdagin

Bjørt Samuelsen sigur við Kringvarpið at hon ivast ikki í at fiskivinnunýskipanin verður samtykt.