Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Galdandi fiskivinnulóggávan er meira marknaðargrundað enn tann, sum løgtingið nú hevur samtykt

John William Joensen

Unn Laksá, PhD í stjórnmálafrøði og limur í serfrøðingabólkinum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setti at gera tilmæli til nýskipaan av fiskivinnuni, staðfestir at umsetiligheitin í nýggju fiskivinnulóggávuni er munandi minni í nýggju fiskivinnulóggávuni enn í verandi lóggávu. Eisini staðfestir hon at sera lítið er at kenna aftur av teirra tilmæli í nýggju lóggávuni.

Í samgonguskjalinum stendur at farast skal frá politiskari útluting til eina marknaðargrundaða skipan fyri fiskivinnuna, men í samrøðu, sum KVF hevði  við Unn Laksá, PhD í stjórnmálafrøði og limur í serfrøðingabólkinum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setti at gera tilmæli til nýskipaan av fiskivinnuni, staðfestir hon um hon beint tað øvugta.

Hon staðfesti m.a. at lógin um vinnuligan fiskiskap, sum fer úr gildið á nýggjárinum, er munandi meira marknaðargrundað enn skipanin, sum løgtingið nú hevur samtykt og sum fær gildi frá 1. Januar 2018.

Hoyr samrøðuna í sendingini ”Radarin” her