Í løtuni er viðgerð í løgtinginum um at strika krav um veiðuloyvið. Talan er um 2. viðgerð, har samgongan ynskir at strika krav um veiðuloyvið.
Viðgerðin hevur ikki verið leingi, men talan er um hvast orðaskiftið, har andstøðan er sera nógv ímóti uppskotinum. Orðaskiftið snýr seg eisini partvís um nýggju fiskivinnunýskipanina. Fyri løtu síðani hevði Jákup Mikkelsen orðið (myndin) og hann helt sera lítið um uppskotið, sum eins og við uppskotinum um sjófeingi var eitt stórt bakkast fyri vinnuna. Orðaskiftið kann fylgjast á leinkjuni her



