Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klaksvík komið sum putlispæl

Jóhann Lützen

Á jólum er familjan savnað. Og í ár fer eisini at bera til hjá familjum at savna føroysk putlispøl. Í dag eru putlispøl við føroyskum myndum at fáa kring landið.

Talan er um seks ymisk putlispøl. Og Klaksvík er eisini við. Á einu myndini sæst Klaksvík eitt klárt vetrarkvøld í norðlýsi. Serstøku myndina hevur Jóannis Sørensen tikið.

Aftrat myndini av Klaksvík eru hesi putlispøl at fáa: Tórshavn, Trælanípan, Mykines, Suðuroy og Bøur. Tvey putlispøl eru við 1000 brikkum, og hini fýra eru 500 brikkar.

Um jólini savna vit okkum um høgtíðina og familjuna. Føroysku putlispølini bjóða øllum føroyingum at njóta jólafriðin og samveruna við familju og vinum.

Prísurin fyri eitt putlispæl í handlunum kring landið er 198 krónur. Í Klaksvík eru putlispølini at fáa í Alfa Bókhandli, Inn, Leikalund og Heygabúðini.

Til ber at lesa meira um putlispølini á Facebook.

Harleywoodpaint