Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Spurt fleiri ferðir eftir málinum viðvíkjandi kommunustjórastarvinum

John William Joensen

Gunvá við Keldu, býráðslimur og limur í fíggjarnevndini, sigur at hon fleiri ferðir hevur spurt eftir málinum í sambandi við starvsviðurskiftini hjá kommunustjóranum, nú starvssetanin gongur út á nýggjárinum, men hevur enn einki svar fingið frá borgarstjóranum. Hetta skilji eg als ikki. Seinasti regluligi fundurin hjá fíggjarnevndini hevur verið, og enn er spurningurin als ikki viðgjørdur, tískil sær út til, at vit fara inn í nýggja árið, við eini starvssetan sum hongur í leysnum lofti.

– Starvsfólkamál eru beinleiðis undir borgarsjóranum og fíggjarnevndini og tí havi eg fleiri ferðir spurt hann eftir hvør ætlanin er við kommunustjórastarvinum. Vit eru sera væl nøgd við arbeiði hjá verandi kommunustjóra, men býráðið samtykti, at starvið skudli verða áramálssett í fimm ár. At málið ikki hevur verið fyri í fíggjarnevndini og býráðnum nú árið rennur út, er ikki í tráð við býráðssamtyktina. Vit hava ongan politiska viðgerð havt av málinum yvirhøvur, sigur Gunva við Keldu