Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Makt og pengar

Jóhann Lützen

Steinbjørn O. Jacobsen er bersøgin, tá Norðlýsið hittir hann á máli. Hann heldur at Javnaðarflokkurin hevur ov nógv at siga í Klaksvíkar Býrað, og tekur til, at “Eg skilji eisini væl nú, hví serliga Javnaðarflokkurin ikki vildi hava meg í samgongu. Tey taka undir við, at borgarstjórin í Klaksvík í veruleikanum er í hálvtíðarstarvi sum borgarstjóri við fulltíðarløn, samstundis sum borgarstjórin í Hvannasunds kommunu við 415 borgarum fer upp í fulltíðarstarv.”, og sipar her uttan iva til, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, er í fullum starvi sum løgtingsmaður, samstundis sum hann er borgarstjóri.

 

Røkja ikki sínar skyldur

Fyrrverandi borgarstjórin heldur, at Javnaðarflokkurin hevur fingið ov nógv vald, við tað at hann hevur fingið øll tey sjónsku málini og kann profilera seg við teimum. Samstundis fýlist hann á, at flokkurin ikki røkir sínar skyldur, eitt nú tá tað kemur til at lýsa størv leys rættstundis, og vísir á, at – “Í Klaksvíkar Kommunu hevur kommunustjórin verið áramálssettur í 5 ár síðani 1. januar 2013, og tí liggja vit eftir røttum í stjóraloysi tann 1. januar 2018. Hetta er sum við fiskiloyvunum. Vit hava vitað í 10 ár, at loyvini gingu út, og í tólvta tíma eydnaðist tað at fáa skipanina samtykta.”

Steinbjørn O. Jacobsen leggur tó eina við, at hetta skal ikki skiljast sum kritikkur av Hvannasunds kommunu. “Ikki eitt øvugt orð um at, at borgarstjórin í Hvannasunds kommunu nú fer í fulltíðarstarv. Tað skilji eg nógv betur enn at okkara borgarstjóri [í Klaksvíkar kommunu, red.] fer niður í hálvtíðarstarv. Spurdur hví tað mann fyrihalda seg so, sigur Steinbjørn O. Jacobsen fyrst: “Nei, eg skilji kki petti av tí heila” og síðani “Hetta handlar bert um makt og pengar.”