Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Endiliga kemur ein náttúruverndarlóg

Jóhann Lützen

Í Føroyum er ongin náttúruverndarlóg, men í løtuni verður ein orðað í Heilsumálaraðnum, og Sirið Stenberg hevur boðað frá, at ein slík lóg verður løgd fyri tingið skjótt. Tað hevur leingi verið tosað um, at tørvur er á eini náttúruverndarlóg, og fleiri lógaruppskot eru løgd fram, sum ikki eru vórðin samtykt. Nú verður so ein roynd gjørd afturat.

Farið varð undir arbeiðið í summar, og landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur boðað frá, at lógin verður løgd fyri tingið í heyst. Galdandi lóggáva er frá 1970 og snýr seg um dálking, eins og ein friðingarlóg finst, men tær taka ikki í nóg stóran mun atlit til náttúruna. Fleiri royndir hava verið at gera nýggja lóg, ikki minst í 1993 og 2001, og í 2003 og 2009 hevur verið skotið upp at endurskoða lógarverkið, men málini eru tikin aftur.

Í samgonguskjalinum og fylgiskjali til tað varð skrivað, at náttúruverndarlóg skal gerast í hesum valskeiðnum, og nú sær hetta út til at vera gjørt. Landsstýriskvinnan hevur í fleiri umførum manglað heimildir til at verja náttúruna, herundir djórasløg og plantusløg, eins og til at verja ávís økir í landinum. Lendið í Føroyum er avmarkað, og tá tað einaferð er brúkt, ber illa til at koma afturumaftur. Í fullum álvara hevur eisini verið ført fram, at “økið er so oyðilagt frammanundan, at tað nyttar onki at friða tað nú”.

Føroyingar ferðast alsamt meira, og við tí koma fleiri nýggj plantu- og djórasløg til Føroya, ið kunnu broyta føroysku vistskipanina. Ferðavinnan leggur eisini stórt trýst á lendi, platur og djór, og tá vit nú tosa um at menna ferðavinnuna uppaftur meira, er neyðugt at gera hana burðardygga. Gera vit ikki tað, dríva vit rovdrift, og tá megnar náttúran ikki at endurnýggja seg sjálva.

FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, hevur gjørt vart við seg, tá tað kemur til umhvørvis- og ljóðdálking, umframt til ógvusligar havnarútbyggingar. Í hesum síðstnevndu fýlist felagið á, at tær verða trumfaðar ígjøgnum, uttan at atlit eru tikin til náttúruna av fyrstan tíð. Og sum landsstýriskvinnan sigur, so er torført at koma afturumaftur, eftir at ein verkætlan er farin í gongd og fleiri milliónir eru brúktar uppá hana. Felagið heldur at ein náttúruverndarlóg skal innihalda eitt krav um, at árinskanningar skulu gerast áðrenn farið verður í gongd.

Landsstýriskvinnan eigur rós uppiborið fyri, at loksins verður farið undir at gera eina náttúruverndarlóg, sum verjir føroysku náttúruna. Sum eitt land, sum nærum einans livir av at útflyta matvøru, er tað margháttligt, at hetta ikki langt síðani er gjørt.