Bjørn Kalsø segði fyri løtu síðani, at tað næstan bleiv handfast í tingsalinum og tað hevði hann sjáldan upplivað fyrr. Tað sum hevur elvt til øsingina er, at andstøðulimir hava lagt landsstýrisfólkini undir at taka tingfólkini í fíggjarnevndini av ræði og álagt teimum, hvørjar upphæddir skulu standa í fíggjarlógini, tí so nógvar upphæddir eru broyttar í mun til aðru viðgerð, sum var fyri nøkrum tímum síðani. Hilbert Elisson fekk viðmerking og segði eisini, at hann hevði trupult við at halda fokus, tí tað næstan bleiv handfast í tingsalinum.
Eingin ivi er um, at orðaskiftið í løgtinginum gongur harðliga fyri seg í nátt eftir broytingarnar frá samgongumeirilutanum í fíggjarnevndini millum aðru og triðju viðgerð.



