Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Úr Kunoy til Klaksvíkar

Jóhann Lützen

Treystu rennararnir kunnu seta seg við jólaborði við góðari samvitsku í dag, tí nógvir metrar komu á loggin í morgun snimma.

Lagið var í topp, tá morgunrennararnir savnaðust í Badmintonhøllini í morgun beint áðrenn kl. 09. Bussur koyrdi rennifólki norð til Kunoyar. Summi vórðu slept av á vegnum, so sum venjingarstøðan loyvdi. 

Teinurin frá Kunoy til Klaksvík (Hjá Jórun) er góðar 12 km.

Norðlýsið rann við, upplýst verður ikki hvussu langt, men tíðin var brúkilig. 

Aftaná var hugnaløta við vælsmakkandi morgunmati hjá Jórun.