Í dag er stóri fótbóltsdagurin í Onglandi, sum verður nevndur Boxing Day. Ímun til flest onnur lond, so er eingin jólafrítíð í Onglandi. Heldur hinvegin verður tað spælt meir og oftari enn aðrar tíðir á árinum. Fult umfar er á skránni í landskappingini og fyri viðhaldsfólkini hevur tað sjávsagt stóran týdning at vinna á hesum serliga fótbóltsdegi.
Byrjað verður kl. 12.30, tá Tottenham á Wembley tekur ímóti Southampton, meðan seinasti dysturin er kl. 17.30, tá Liverpool á Anfield tekur ímóti Swansea. Kl. 15.00 eru fleiri dystir. M.a. tekur Manchester United ímóti Burnley, meðan Chelsea tekur ímóti Brighton. Helst komandi meistararnir úr Manchester City spæla í annakvøld á útivølli móti Newcastle.
Sky Sports hevur mett um dystirnar hetta umfarið HER
The Telegraph(har myndin er frá) hevur mett um dystirnar HER



