Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lítil vindur í dag og í kvøld

Hanus Kjølbro

Vindurin melur úr ymsum ættum í morgun. Vindferðin er lítil, 1 til 4 m/s sambært heimasíðu Landsverks. Eitt veikt lágtrýst er farið framvið sunnan fyri Føroyar í morgun.

Seinnapartin fer ættin at vera landnyrðingur-norðan, og vindferðin minni enn 5 m/s. Soleiðis verður eisini alt kvøldið og í nátt.

Hitin er farin nøkur stig upp í morgun borið saman við hitan í gjár. Mátistøðir Landsverks vísa 3 til 5 stig. Kavi er tiðnaður. Soleiðis verður eftir øllum at døma restina av degnum í dag og í kvøld.

Onkrir spjaddir ælingar kunnu væntast í dag við regni ella vátakava. Einki brúgvalag er ávegis til okkara í dag, so tað avfallið, sum verður, fer at vera í støðum í bert eina lítla løta. Fleiri støð í Føroyum fara als ikki at merkja nakað avfall yvirhøvur – tað er har, sum ættin er góð.

Gott nýggjár.