Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Steðgar í bestu deildini hjá KÍ

Jákup Ósá

KÍ hevur nú mist seks leikarar frá hópinum í 2017.

Hann hevur verið partur av besta liðnum hjá KÍ í fleiri ár, men hevur valt at taka ein steðg í 2018.

 

23 ára gamli Tórur Justesen spældi á fyrsta sinni í 2012 fyri besta liðið hjá KÍ. Líka síðani hevur hann verið partur av besta hópinum og tilsamans bleiv tað til 56 dystir í landskappingini í bestu deildini, harav 7 í júst farna árinum. Men í 2018 verður Tórur ikki at síggja í bestu deildini.

– Eg havi valt at taka ein steðg. Tað tekur nógva tíð at vera partur av besta liðnum og hugurin til at brúka alla ta tíðina er ikki til staðar í løtuni. Eg havi fingið tilboð frá øðrum feløgum, men tey havi eg eisini takka nei til av somu orsøk. So ætlanin er at spæla við næstbesta liðnum hjá KÍ í 2018, sigur Tórur Justesen, sum als ikki vil avskriva, at hann í framtíðini aftur verður at síggja í bestu deildini.

 

Frammanundan hevur KÍ sagt farvæl til Jonas F. Rasmussen, Atla Danielsen, Ahmed Mujdragic, Heðin Klakstein og Albert Adu.