Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Síðsti dystur áðrenn steypakappingina

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur truplan dyst.

Team Klaksvík spælir leygardagin á útivølli móti oddaliðnum.

Team Klaksvík vitjar Neistan leygardagin í Høllini á Hálsi. Dysturin byrjar kl. 15.00. Neistin er oddalið við 22 stigum fyri 14 dystir, meðan Team Klaksvík á 5. plássi hevur 12 stig fyri 14 dystir.

Eftir hendan dystin fer steypakappingin í gongd, umframt landsdystir, og tí er næsti landskappingardystur ikki fyrr enn 25. februar.