Menninir hjá Mjølnir høvdu tað trupult í Mjøknir kappingini á heimavølli síðsta vikuskiftið, har ÍF gjørdust vinnarar, men í landskappingini er Mjølnir oddalið. Hesaferð er botnliðið SÍ mótstøðulið. SÍ hevur 5 stig, meðan Mjølnir hevur 17 stig.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll verður sunnukvøldið kl. 19.00.



