Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú kemur pensiónsnýskipanin

Jóhann Lützen

Í morgin, týsdagin 16. januar, kemur pensiónsnýskipanin fyri Løgtingið. Talan er um eina sera umfatandi nýskipan, ið hevur verið leingi á veg, og allur dagurin er settur av til hana. Broytingar skulu gerast í lógunum um eftirlønir, um Samhaldsfasta, um almannapensiónir, um almannaveitingar, um viðbøtur og meira.

Í mun til fiskivinnunýskipan og stjórnarskipan er her ongin mótstøða ímóti, at pensiónsøkið skal nýskipast. Tær ósemjurnar, sum eru, eru um hvussu tað skal gerast. Størsta ósemjan hevur verið um grundupphæddina; um tað skal mótroknast í henni og hvussu tað í givnum føri skal mótroknast í henni. Her vil onkur vera við, at talan er um at minka skattafríu upphæddina og leggja um til skattskylduga samhaldsfasta.

Av øðrum broytingum kunnu nevnast, at pensiónsaldurin skal setast upp, í fyrstu syftu til 67 ár og 6 mánaðir, fyri síðani stigvíst at endurskoða hann seinni. Samstundis skal skipanin vera meira fleksibul, so fólk kunnu velja at lata seg fara frá við pensión bæði fyrr og seinni við teimum fíggjarligu fylgjunum, ið nýskipanin tilskilar.

Pensiónsnýskipanin er tann størsta broytingin av pensiónsøkinum, síðani fólkapensiónin varð innførd í 1959. Aðrar broytingar frammanundan hava verið gjørdar við oyramerkingini av skatti til fólkapensión og í ríkisveitingini í ávikavist 1978 og 1988, og størsta broytingin frammanundan hesari var við Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum í 1991.

Nógvar orsakir eru at nýskipa pensiónsøkið. Høvuðsorsakirnar eru, at fólk gerast alsamt eldri, samstundis sum tey fáa færri børn í part. Harumframt gera longri útbúgvingar, at fólk koma seinni út á arbeiðsmarknaðin. Hetta merkir, at færri í arbeiðsførum aldri vera at taka sær av teimum sum leggjast afturat eldra ættarliðnum. Ein meira fjøltáttaður arbeiðsmarknaðurin við minni fysiskum arbeiði hevur eisini gjørt, at fleiri ikki eru eins útslitin, tá tey gerast 67 ár, í mun til fyri nøkrum áratíggjum síðani.

Norðlýsið ger nógv burturúr at viðgera pensiónsnýskipanina, og reportari verður til staðar í tinginum undir viðgerðini. Talan er um eitt av teimum fýra stóru málunum hjá sitandi samgongu, ið umframt pensiónsnýskipanina eru fiskivinnunýskipan, heilsunýskipan og stjórnarskipan. Har stórur spenningur valdaði um fiskivinnunýskipanina, har ivi valdaði um seinastu neyðugu atkvøðurnar líka inntil 3. viðgerð, er breidri semja um hesa nýskipanina. Sjálvstýri tekur undir við pensiónsnýskipanini, og tí er ikki nakar stórur ivi um, at uppskotið verður samtykt.

Norðlýsið fer at hava samrøður við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, við Jógvan Skorheim, sum hevur gjørt avtalu við samgonguna um at taka undir við nýskipanini, við Sonju Jógvansdóttir sum sigur seg vilja hava pensiónsnýskipanina longur til vinstru, eins og við stóru andstøðuflokkarnar at hoyra, hvat teir hava at finnast av, og fer annars at fylgja gjølla við viðgerðini av pensiónsskipan.

Harleywoodpaint