Dagurin kann valla byrja betri enn við einum frískum gongutúri, og í samband við Norðurljós er upplagt at leggja morguntúrin til rættis sum eina mentanarrundferð í býnum.
Sum savnsleiðari, trompetistur og garvaður frásøgumaður er Andras Sólstein sum skaptur at ganga fremst á túrinum, sum millum annað leggur leiðina framvið gamla býlinginum í Vági og Spinnarínum.
Túrurin byrjar við garðin hjá Nólsoyar Páll á Biskupsstøð kl.10 og er ókeypis. Øll eru vælkomin



