Almenn arbeiðspláss geva stabilitet, krevja hægri útbúgvingar, økja um fjølbroytnið og styrkja okkara land, sigur Jógvan Skorheim formaður í Sjálvstýri
Sera áhugaverd tíðindasending á DR í gjár. Tað er eingin ivi um, at vit í Føroyum høvdu kunnað styrkt um okkara fjølbroytni og styrkt um okkara land, um almenn arbeiðspláss vóru løgd kring landið, sigur Jógvan Skorheim
Tí hevur Sjálvstýri lagt stóran dent á, at almennar íløgur skulu gerast kring alt landið, og hetta fara vit sjálvandi at arbeiða hart fyri eisini í framtíðini, sigur Jógvan



