Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Greipuvinnararnir sett nýggjan venjara

Norðlýsið

Nú er greitt, hvør skal venja besta kvinnuliðið hjá EB/Streymi/Skála.

 

 

EB/Streymur/Skála gjørdist í fjør greipuvinnarar í bestu kvinnudeildini og harvið liðið, sum steðgaði sigursrøðini hjá KÍ kvinnunum. Venjari var Erik Nielsen, men beinanvegin var greitt, at hann helt ikki fram. Nú hevur kvinnuliðið sett nýggjan venjara, sambært góðum keldum hjá Norðlýsinum. Talan er um 55 ára gamla Mathias Davidsen. Hann hevur m.a. vant besta mansliðið hjá Skála í 2002. Eisini hevur hann verið venjari hjá ymiskum liðum hjá NSÍ umframt besta liðnum hjá MB.