Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Súlan er góð

Oliver Joensen

Tað sigst vera einasta skoðsmálið, íð mykinesfólk vilja geva súluni. Hon er størsti fuglur, ið  reiðrast í Føroyum og tað sigst, at hon kemur til landið á Pálsmessu 25. januar, tá var gamalt hjá mykinesfólki at fara út á Rógvu at taka ímóti súluni, sagt verður eisini, at kvinnurnar vóru í hvítum fyrikløðum at heilsa súluni og um kvøldið var súluveitsla við føroyskum dansi.

Norðlýsið var ein “fotosafari túr” við Norðsøka fríggjakvøldið og leygardagin og her fingu vit at síggja súluna fiska kring bátin.

Í bók síni, sigur Mikkjal á Ryggi at ungin eitur ompil, tá er hann dúnutur og hvítur. Fjaðraður er hann dimmgráur við hvítum prikkum og eitur tá grásúla. Tá grásúlan kenur aftur fyrsta áriið er hon hvít um høvur og háls, annað árið hevur hon dimman kross omaná, og triðja árið er hon sprøklut eftir rygginum. Hesi árini er hon í Mykinesi nevnd oyðisúla, í Sørvági grindubøka.

Vit ringdu vestur til Eddi Laruitsen í Mykinesi í kvøld. Hann sigur, at hann ikki hevur sæð nakra har enn og heldur hann orsøkina vera at kavi liggur. Lomvigin tekur við berginum um somu tíð, men har er sama skilið at kavin helst ger at fuglurin bíðar.

Njótið myndirnar av okkara størsta fugli í sínum rætta umhvørvi: