Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit fara at kvalitismeta sjúkrahúsini seinri í ár

John William Joensen

Landslæknin, Lars Fodgaard Møller, sigur í viðmerking við Norðlýsið, at hóast tey ikki gera meira við kæruna frá fyrrverandi yvirlæknanum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið um ymisk viðurskiftið, sum hann hevur ampa av, so fara teir at meta um viðgerðirnar á sjúkrahúsinum í Klaksvík, eins og í restini av føroyska heilsuverkinum, liva upp til tey krøv, sum nýggja heilsulóggávan krevur, seinri í ár.

– Vit hava lisið kæruna frá fyrrverandi yvirlæknanum og hava í hesum sambandi sett sjúkrahúsinum nakrar spurningar og vit eru nøgd við tey svar sum vit hava fingið.

– Vit lesa brævið frá yvirlæknanum soleiðis, at hann óttast fyri at sjúkrahúsið vegna væntandi játtan og aðrar umstøður ikki megnar at liva upp til tey krøv, sum ein eigur at krevja av einum vælvirkandi sjúkrahúsið.

– Hetta kann verða sera torført at taka støðu til og vit hava í hesum sambandi ikki mett tað at verða neyðugt at fremja metinga á staðnum eftir at vit hava fingið neyðugar váttanir frá sjúkrahúsinum.

– Løgtingið hevur við kongaligari fyriskipan samtykt ríkislógartilmælið, sum við onkrum ser føroyskum tillagingum, setur nýggja heilsulóggávu í gildi fyri Føroyar. Í hesum sambandi skulu ymiskar kunngerðir lýsast, og tá vit eru liðug við hetta  arbeiði, fara vit at hava meira beinleiðis eftirlit við tí, sum verður gjørt á ymiskum deildunum í føroyska heilsuverkinum.

– Í hesum sambandi fara vit sjálvandi at hava tey ivamál við í metingini, sum fyrrverandi yvirlæknin vísir á.

– Vit fara seinri í ár runt til øll sjúkrahúsini og brúka somu serfrøði, sum í dag verður brúkt í Danmark at góðskumeta arbeiði og umstøðurnar á føroysku sjúkrahúsunum og í Føroyska Heilsuverkinum.

Spurdur beinleiðis um læknarnir, sum í dag arbeiða á Klaksvíkar Sjúkrahúsið liva upp til tey krøv, sum eru galdandi, sigur Landslæknin at tað hevur hann fingið váttan fyri.