Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðurljós – spennndi tiltak – Lion King á Djúpumýri

Oliver Joensen

Beinta Gregersen, sum er fyrireikari av tiltakinum í dag, sigur, at skráin er broytt orsakað av góða veðrinum verður eisini kyndlagongan í dag. Byrjað verður kl. hálvgun fimm. Gingið verður frá Býráðshúsinum og yvir til Mentanarhúsið (Posthúsið) har býráðið bjóðar grýturætt frá Gepetto, í kvøld verður so biografur á Djúpumýru á stórskýggja úti á vøllinum.

Beinta sigur annars, at tað hevur gingið sera væl við fyrireikingunum. Eg havi fingið ótrúliga uppbakking, alt hevur borið til, tá eg havi heitt á fólk, so eg eru sera væl nøgd og eisini havi eg fingið afturmeldingar um, at fólk eru sera spent upp á tiltakið í dag.

Skráin fyri ídag er niðanfyri:

Fríggjadag 26. januar

Kl. 16.30: Ljósgonga gjøgnum Klaksvík

Finnið ljóssvørðini, blinkiskógvarnar, lummalyktirnar og sjálvlýsandi oyralokkarnar fram!

Leygardagin fara vit at lýsa býin upp við at ganga ljósgongu frá Býráðshúsinum á Nólsoyar Pálsgøtu 32 til Posthúsið – at leiða ljósgonguna koma Rakul Ró og Annika Kunoy Im.

Við Posthúsið fara vit saman at gera og avdúka eitt listaverk, og hita okkum við grýturætti frá Gepetto.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin – minnist til at hava ljós við.

 

Kl. 18.30: Útibiografur við Djúpumýru

Hevur tú nakrantíð verið í uttandura biografi? Ljóðar hugnaligt, ha? Tað verður tað nevniliga, tá vit hittast við vøllin til teknifilm á stórskermi fríggjakvøldið á Norðurljósi. Filmurin á skránni er Disney-klassikarin Lion King, sum eisini er millum best umtóktu sangleikirnar á Broadway, so høvið er gott at syngja við eisini. Filmurin verður vístur á vøllinum og skermurin vendir beint móti áskoðaraplássunum í skýlinum.

Útibiografurin er ókeypis og øll eru vælkomin – minst til kavadrakt ella teppi.

 

Kl. 21.00: Disko Borðoyarvík

Tónleikur og dansur er framúrskarandi háttur at hita likamið, og fríggjakvøldið er forkunnugt høvi til tess, tá Urbanus diskar við tunnilin, sum knýtir Kráargøtu og gamla oyrarvegin saman undir Mækjuvegi frammi við Borðoyarvík. Øðrvísi og stuttligt verður tað – og kanska eitt sindur kalt, so ver væl ílatin!

Harleyfacadeacryl