Vit royna at manna 10-mannafarið Suðuroyingin, sigur Dánjal Martin Hofgaard.
Dánjal Martin Hofgaard var ein av teimum, sum í fjør vann FM við Tofta Regini hjá 8-mannaførum. Nú er ætlanin at manna 10-mannafarið Suðuroyingin.
Okur eru 7-8 mans, ið venja støðugt, men enn er ikki avgjørt, hvønn bát vit fara at manna. Ætlanin hevur allatíðina verið at mannað Suðuroyingin. Men ein trupulleiki er, at Suðuroyingur hevur staðið illað seinastu árini og tað hevur sett síni spor. Okkurt borð er illa farið og má skiftast, um báturin skal rógva í summar. Tí tori eg ikki at lova, um Suðuroyingur rør í summar, men vit royna at manna bátin. Men verður tað ikki Suðuroyingur, so verður tað Tofta Regin hjá 8-mannaførum, sigur Dánjal Martin Hofgaard við Norðlýsið.
Suðuroyingur hevur róð okkurt ár m.a. í 2012 og 2013 og vunnið fleiri stevnur, men ongantíð vunnið FM í nýggjari tíð.



