Fekk eina góða byrjan í venjingardysti fyri Næstved.
Sn.dk hevur nógv rósandi orð til nýggja føroyska álopsleikaran hjá Næstved, Finn Justinussen. Hann spældi frá byrjan móti Brønshøj í venjingadysti leygardagin og fekk avgerandi leiklut. Hann brendi fyrst fleiri stórar møguleikar, men bleiv at enda avgerandi við máli til 2-1, sum bleiv endaliga úrslitið. Sn.dk hevur nógv rósandi orð til føroyska álopsleikaran, sum verður sagdur av hava meira eyðsýndar dygdir enn undanfarnu álopsleikarar hjá Næstved.
Næstved liggur á 4. plássi í triðbestu donsku deildini og er tí við í kappingini um at flyta upp.



