Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Signhild góð úrslit í Reykjavík

Jóhann Lützen

Reykjavík International Games í Íslandi. Signhild fekk roynt seg móti OL-svimjara og vann eitt gull, tvey silvur og eitt bronsu-heiðursmerki

Signhild upplýsir, at hon vann bronsu í 100 frí við tíðini 1,00,24, silvur í 100 rygg við tíðini 1,03,73, silvur í 50 rygg við tíðini 30,33 og gull í 200 rygg við tíðini 2,18,16. 

Signhild heldur, at kappingin var góð fyri hana, tí hon kappaðist við OL finalistin Eygló Ósk Gustafsdóttir í 50m og 100m rygg, og tað var gott og gevandi at kappast við eina, ið hevur verið á OL.

Hvørja ferð tá man svimur eina kapping, so fær man finastig fyri úrslitið. Heimsmetið er 1100 stig, og síðani verða stigini givin eftir, alt eftir hvussu tætt man svimur. 5 tey bestu avrikini vóru handað, og eg átti 3 besta avrik fyri min 100m rygg við 758 finastigum, sigur Signhild Joensen.