Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

50% meira plast til endurnýtslu í 2017.

IRF

Í 2017 útflutti IRF 801 tons av plastburturkasti til endurnýtslu. Tað er 50% meira enn árið fyri.

Talan er um aliringar, trol, garnaleivdir, innballingarplast, plastsekkir og einnýtisíløt (PET-fløskur).

 

Størsti vøksturin var í hørðum plasti, sum í ár var 235 tons í mun til 78 tons í fjør.  Trol og nótir, sum í ár vóru 191 tons í mun til 119 tons í fjør og einnýtisíløt úr plasti (PET-fløskur), har nøgdin í ár var 105 tons í mun til 72 tons í 2016.

IRF fegnast um gongdina og stuðulin til tí nýggju grønu leiðina hjá felagnum.