Formaðurin í fiskimannafelagnum er ivaleysur, tað er uppá sítt pláss at vit heiðrað okkara limum fyri drúgva tíð á sjónum.
Norðlýsið vendi sær til Jan Højgaard, formannin í Føroya fiskimannafelag at frætta hvat hann heldur um heiðrað fiskimannin.
Okkara limir byrja vanliga ungir og arbeiða undir sera slítandi umstøðum. Vit síggja útslitnar menn hóast teir eru í besta aldri, sigur Jan Højgaard
Tað er uppá sítt pláss at vit heiðrað okkara limum fyri drúgva tíð á sjónum ella øðrum sum er vert at heiðrað, sigur Jan.
Fakfeløgini saman við reiðaríum eiga at leggja meira dent á at geva herðaklapp og viðurkenning tá hetta er hóskandi, sigur Jan
– Eg havi hoyrt um at Sjómannadagurin í Klaksvík, sum jú setur fiskimannin og fiskivinnuna í miðdepilin, er jaligur eisini, og tað hevði verið upplagt at nýtt hendan dagin til høvið, sigur Jan Højgaard at enda.



