Suðuroyingar hava fingið fjórða leikarastyrkin til hetta kappingarárið.
TB/FC Suðuroy/Royn hevur styrkt sær um hópin við 27 ára gamla Ibrahim Arifovic, sum er serbi og sum seinast hevur spælt við Novi Pazar. Talan er um leikara, sum kann spæla sum vinstri bakkur ella longri frammi. Hann hevur m.a. royndir úr bestu deildini í Serbia og Montenegro.
Felagið boðar frá, at talan er um sáttmála fyri kappingarárið 2018.



