Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Málríkur venjingardysur í Gundadali

Jákup Ósá

B36 og 07 Vestur leiktu venjingardyst í Gundadali í kvøld.

07 Vestur var á odda 1-0 í hálvleikinum eftir, at Jóannis á Steig skoraði uppá beinleiðis hornaspark. Men B36 svaraði aftur og kom uppá 2-1, áðrenn tveir av nýggju leikarunum hjá 07 Vestur, Jón Krosslá Poulsen og Gilli Samuelsen, syrgdu fyri útjavnandi 2-2 málinum, sum var tað seinasta í dystinum.

 

B36-07 Vestur 2-2 (0-1)

0-1: Jóannes á Steig (Beinleiðis hornaspark)

1-1: Benjamin Heinesen (Upplegg: Meinhard E. Olsen)

2-1: Alex Mellemgaard

2-2: Jón Krosslá Poulsen (Upplegg: Gilli Samuelsen)

 

B36 byrjaði við hesum liðnum (4-3-3): Trygvi Askham – Jónas T. Næs, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Robert Heðin Brockie, Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz – Christian R. Mouritsen, Kaimar Saag, Meinhard E. Olsen.

07 Vestur byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Silas Eyðsteinsson – Petur G. Dalbø, Dann Fróðason, Ndende A. Gueye, Jóannis á Steig – Gilli Samuelsen, Asbjørn Heðinsson, Høgni E. Nielsen, Teitur Olsen – Ken Fagerberg, Jón Krosslá Poulsen. Í seinna hálvleiki Karl Weihe, Hørður Ingi Egilsson Salomon A. Kwao og Niels Mouritsen á vøllin.

 

Harleywoodpaint