Á seinasta býráðsfundinum, samtykti býráðið eykjajáttanir fyri 2018, sum eru íløgur sum býráði játtaði í 2017, men sum ikki enn eru gjørdar. Tað er óvist um kommunan megnar at útføra øll tey arbeiði sum politikarar í býráðnum ynskja.
Tað eru góðar tíðir í Klaksvík og kommunan er sera væl fyri fíggjarliga. Seinastu árini hevur kommunan fingið tveysifrað millónbeløb í óvænta meirinntøku á hvørjum árið.
Býráðslimir í íløgu-ovurhuga?
Eitt er hvat býráðslimir samtykkja annað er hvat umsitingin hjá Kommuni megnar at gera til veruleika og hvat arbeiðstakkarar ella marknaðarkreftirnar megna at útføra.
Á býráðsfundinum 25. Januar samtykti eitt samt býráð eykajáttan, sum flutti heilar 41,4 mió. kr. av óbrúktum íløgum, sum býráðið hevur samtykt undan farin ár, til 2018.
Hettar er eitt sera stórt tal og svarar til meira enn helvtina av samlaðu íløgunum sum býráðið samtykti á fíggjarætlanini beint undan jólum. Tá setti býráði íløgurnar í 2018 at verða 72,6 mió. kr., men av tí at býráði bert megnaði at brúka 31,2 mió. kr. av iløgunum, sum býráði samtykti at fremja í 2017, samtykti býráði á seinasta býráðsfundinum at flyta 41,4 mió. til 2018 so samlaðu íløgurnar í ár verða 114 mió. kr.
Samstundis kunnu vit staðfesta at stóra verkætlanir hjá Kommununi hava trupult við at halda tíðarætlanir, sum botnað í at vinnan hevur trupult við at útvega góða fakliga arbeiðsmegi.
Íløgurnar samtyktar av Klaksvíkar Býráð 2018:
Á Skúlatrøð 37,2 mió. (framflutt frá undanfarnum árið 17,2 mió)
Spillivatn 2,5 mió.
Fjarhita 1,5 mió.
Fastognir 2 mió.
Vegir íløga 6 mió. (framflutt frá undanfarnum árið 1,0 mió)
Byggibúning bústaðir 5,5 mió. (framflutt frá undanfarnum árið 2,5 mió.)
Byggibúning Miðbýur 7,7 mió. (framflutt frá undanfarnum árið 1,1 mió.)
Mentanarpallur 6 mió.
Rennibreyt 9 mió.
Fótbóltsvøllur 2 mió.
Havna- og Vinnuøkið 2,5 mió.
Nýggj eldrapláss 3 mió.
Nýggjur barnagarður 500.000
Ídnaðarøki á Borðoyavík 10,9 mió (framflutt frá undanfarnum árið 5,0 mió.)
Spæliland 2 mió. (framflutt frá undanfarnum árið 1,0 mió.)
Spælipláss Jørundsgøta 600.000 (framflutt frá undanfarnum árið 500.000)
Íverksetarahúsið 500.000
Maskinur 500.000
Spinnarríið 3 mió. (framflutt frá undanfarnum árið 2,0 mió.)
Vøllur í Árnafirði 1,5 mió. (framflutt frá undanfarnum árið 1,5 mió.)
Svimjihøllin 1,0 mió. (framflutt frá undanfarnum árið 1,0 mió.)
Bláaskýlið 7,5 mió. (framflutt frá undanfarnum árið 7,5 mió)
Spælipláss niðan Horn 150.000 (framflutt frá undanfarnum árið 150.000)
Faktorshúsini 500.000 (framflutt frá undanfarnum árið 500.000)
Útgerð til sløkkiliðið 400.000 (framflutt frá undanfarnum árið 400.000)
Spælipláss á Græshjalla 50.000 (framflutt frá undanfarnum árið 50.000)
Í viðmerkingunum til eykajáttaninan stendur at lesa:
…..Inntøkur og útreiðslur í samtyktu fíggjarætlanin fyri 2018 javnviga við einum íløgukarmi á 72,6 mió.kr. og avdráttir á 2 mió. kr. Tí føra framflytingar við sær eitt rokskaparligt hall, ið skal fíggjast antin við íløguinntøkum, tøkum peningi ella við lánifígging.
Við omanfyri nevndu framflytingum og tillagingum verður endaliga gjaldførið – eftir allar avsetingar – 3 mió. kr.
Størsta einstaka verkætlan kommununar er skúlabyggingin. Arbeiðið gongur betri nú, og eftir ætlan skal skúlin standa liðugur fyrst í 2019. Verður hetta málið samtykt óbroytt eru 37,2 mió. til skúlabyggingina í 2018. Higartil eru brúktar uml. 56 mió. Sostatt hevur býráðið fíggjað 93,2 mió. av samlaðu verkætlanin, tá ið 2018 er liðugt. Tí kann staðfestast, at brúkast skal uml 17 mió. til skúlabyggingina í 2019, áðrenn bygningurin verður tikin í nýtslu.
Samanumtikið kann sigast, at vit í 2018 hava ein íløgukarm á í alt 114 mió. uttan nakra lántøku, og meðan vit gjalda 2 mió. niður av tí skuld, vit hava…..



