Í dag kom fyrsta útgávan frá føroyska doom og black metal bólkinum Svartmálm
Svartmálm gjørdu fyrst vart við seg tá ið teir vunnu tónleikakappingina Wacken Metal Battle Føroyar í 2016. Eftir hetta hava teir m.a. spælt í Týsklandi, Danmark o.s.fr.
Tá ið bólkurin framførir, eru teir málaðir og í svørtum kappum, sum Barbara í Gongdini hevur sniðgivið.
Bólkurin er mannaður av royndum føroyskum tónleikarum, sum hava valt sær dulnevnini:
Deyði á sang og gittar.
Pest á gittar og keyboard.
Hungur á bass.
Kríggj á trummum.
Útgávan ber heitið “Svartmálm” og kann kann hoyrast á eitt nú iTunes og Spotify.
Seks skeringar eru á útgávuni. “Deytt Ljós”, “Vík Frá Mær”, “Reiðmenn” og svitan “Svartideyði”, sum er í trimum pørtum.
Tekstirnir eru skrivaðir av Svartmálm. Svitan “Svartideyði“ eru úr yrkingasavninum “Tá eg hoyri míni einsligu fótafet millum følnaðu heystbløðini” hjá Øssuri Johannesen frá 2014.
Útgávan er innspæld í Studio Bloch í Tórshavn. Theodor Kapnas hevur miksað og produserað útgávuna.
Leygarkvøldið 10. februar hava Svartmálm dupult útgávukonsert í Norðurlandahúsinum saman við donsku black metal kongunum Solbrud.
Hoyr fyrsta staklagið “Vík Frá Mær” her:



