Hagtøl undan dystinum leygarkvøldið: Í innanhýsis dystum hevur heimaliðið vunnið, meðan Kyndil hevur munandi betri úrslit at vísa á seinastu fimm dystirnar.
Leygarkvøldið verður dystur í Klaksvík um at koma í hálvfinaluna í steypakappingini. Hetta er ikki vanlig støða hjá Team Klaksvík, sum kann spæla seg í hálvfinalurnar fyri fyrstu ferð í søguni. Niðanfyri hava vit hugt eftir gongdini hjá báðum liðunum gjøgnum kappingarárið.
Kyndil betri úrslit seinastu tíðina
Hyggja vit eftir gongdini seinastu tíðina – formkurvuni – so hevur Kyndil betri úrslit. Kyndil vann fýra dystir á rað áðrenn tapið í seinasta dystinum, meðan Team Klaksvík hinvegin vann seinasta dystin eftir fýra tap frammanundan.
Formurin:
Team Klaksvík:
27.01.18: Team Klaksvík-H71 2 37-17 (steypakapping)
20.01.18: Neistin-Team Klaksvík 30-22(steypakapping)
06.01.18: Neistin-Team Klaksvík 26-23
16.12.17: Kyndil-Team Klaksvík 29-25
13.12.17: Team Klaksvík-VÍF 27-36
Kyndil:
28.01.18: Neistin-Kyndil 21-17 (steypakapping)
21.01.18: Kyndil-H71 2 27-15 (steypakapping)
06.01.18: Kyndil-H71 25-13
16.12.17: Kyndil-Team Klaksvík 29-25
10.12.18: StÍF-Kyndil 29-33
Dystirnir millum Team Klaksvík-Kyndil
Í innanhýsis dystum hevur tað víst seg, at liðið á heimavølli vinnur. Munurin var tó størri í báðum dystunum í Tórshavn enn hann var í Klaksvík.
Úrslitini millum hesi bæði liðini hetta kappingarárið:
Team Klaksvík-Kyndil 19-18
Kyndil-Team Klaksvík 25-21
Kyndil-Team Klaksvík 29-25
Team Klaksvík vinnur flestu heimadystir – Kyndil tapir meir á útivølli
Dysturin leygarkvøldið er í Klaksvík og tí er kanska áhugavert at hyggja eftir, hvussu Team Klaksvík hevur staðið seg á heimavølli og hvussu Kyndil hevur staðið seg á útivølli. Tá eru steypadystirnir taldir uppí.
Team Klaksvík á heimavølli: Vunnið: 5, javnt: 0, tapt: 2
Kyndil á útivølli: Vunnið: 3, javnt: 0, tapt: 5
Team Klaksvík hevur í landskappingini 12 stig fyri 15 (nr. 5), meðan Kyndil hevur 15 stig fyri 14 stig (nr. 3). Í steypakappingini hava bæði liðini tvey stig fyri tveir dystir.
Team Klaksvík og Kyndil spæla í Klaksvíkar Badmintonhøll leygarkvøldið kl. 18.00.



