Harley
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kjølur Open 2018 í dag og í morgin

Tíðindaskriv

Dagarnar 2.-4. feb. verður frítíðarskúlin Snjallabjalla í Klaksvík karmur um vikuskiftiskapping í talvi. Talan er um kapping, har ung og vaksin úr øllum Føroyum luttaka, og endamálið er at fyrireika tey ungu, ið skulu umboðað Føroyar í norðurlendskari kapping millum ung í skúlaaldri. Kappingin er harumframt partur av Grand Prix kappingini 2017/18 sum Talvsamband Føroya skipar fyri.

Klaksvíkar Talvfelag hevur hvørt ár havt umboð við og í ár fara 2 umboð úr felagnum at luttaka: Janus Skaale og Rani í Bø.

Íalt verða 7. umfør telvað: 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin, 2. feb. kl. 19.00, tá ið 3 kviktalv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).
Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Kappingin er almenn, og meira kunning er á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya, www.faroechess.com, har leypandi úrslit frá kappingini eisini verða at síggja.