“Skulu KvF og kritiskur journalistikkur yvirhøvur takast í álvara má slíkt svans fáa avleiðingar.” Hettar skrivar Øssur Winthereig á sínum profili á facebook
Nú tá Barbara er biðin um at rætta forsíðuyvirskiftini (SÍ HER) seinasta vikuskifti, so kann hon samstundis rætta brotið um meg, har hon skrivar: “…tí Øssur Winthereig á Facebook hevur verið sera atfinningarsamur móti tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum í so stóran mun, at hann helt tíðindaflutningurin skuldi fáa avleiðingar.”
Eg giti, Barbara sipar til mína Facebook-viðmerking 26. mars 2017, men har eri eg ikki atfinningarsamur móti tíðindaflutninginum sum so, men móti tí manipulasjón, sum var gjørd í seinnu sending um skattamálið. Har kalli eg manipulasjónina fyri svans, sum eigur at fáa avleiðingar.
(um ikki annað eina umbering!)
Hetta var tað eg skrivaði 26. mars 2017:
“Eg, sum fái áleið hálva mánaðarløn frá KVF fyri sendingina Afturáaftur, kann ikki á nakran hátt taka undir við tí manipulasjón, sum var gjørd í seinnu sending um skattamálið hjá EIK. Hugsi um, at myndir og ljóð av Súna Schwartz og Eyðun Mørkøre frá eini bókaframløgu á Hafnia, verða flættaðar inn í sendingina, sum undirbyggjandi partar. Skulu KvF og kritiskur journalistikkur yvirhøvur takast í álvara má slíkt svans fáa avleiðingar.”



