Teir báðir U21 landsliðsleikararnir hjá B36 hava víst gott máltev í venjingardystunum.
AB vitjaði í Gundadali og B36 vann 3-0 móti uppflytarunum. Eins og í fleiri øðrum dystum, so vóru U21 landsliðsleikararnir Meinhard E. Olsen og Benjamin Heinesen við í málum hjá B36 sum málskjúttar og/ella við næst seinasta fótinum á.
B36-AB 3-0
1-0: Lukasz Cieslewicz (Upplegg: Odmar Færø)
2-0: Meinhard E. Olsen (Upplegg: Alex Mellemgaard)
3-0: Benjamin Heinesen
B36 byrjaði við hesum liðnum (4-3-3): Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Eli F. Nielsen, Lukasz Cieslewicz – Benjamin Heinesen, Kaimar Saag, Meinhard E. Olsen.



