Mjølnir kvinnurnar taka ímóti KÍF í einum dysti, sum kanska verður sera avgerandi fyri, hvør kemur í FM finalurnar.
Mjølnir liggur undan dystinum á 2. plássi, meðan KÍF liggur á 3. plássi. Fleyr er langt fremst, so spenningurin er um, hvat lið skal koma í FM finaluna ímóti Fleyr. Mjølnir er undan dystinum 3 stig frammanfyri KÍF, men har hevur KÍF leikt ein dyst færri.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll í kvøld byrjar kl. 19.30.



