FCM og felag frá Turkalandi hava víst áhuga.
Jóan Símun Edmundsson hevur sáttmála við danska felagið OB fram til í summar. Hann hevur gjørt greitt, at hann ger ikki nýggjan sáttmála. Áhugi hevur verið frá øðrum feløgum og áðrenn flytingargluggin lat aftur vísti FCM áhuga sambært bt.dk. Men OB kravdi 750.000 krónur og tað vildi FCM ikki gjalda. Hinvegin skrivar BT.dk, at Jóan Símun var nær við at fara til Turkalands, men at ósemja um sáttmálan gjørdi, at tað bleiv av ongum. Jesper Hansen, ítróttarstjóri í OB, sigur, at Jóan Símun møguliga verður seldur áðrenn í summar, hóast einki ítøkiligt er uppá tal í løtuni.



