Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forvitnislig Ráðstevna í Klaksvík

Jóhann Lützen

Í døgunum 15. og 16. mars verður ráðstevnan “Lagnubørn – tigandi arvurin” hildin Á Skúlatrøð í Klaksvík. Við framløgum og orðaskifti, verður á ymsan hátt varpa ljós á handfaring og avleiðingar á ymiskum tilburðum vit kunnu møta í lívinum.  Á skránni eru, umframt góðir føroyskir fyrilestrahaldara, eisini fýra útlendskir fyrilestrahaldarar, sum á sín hátt arbeiða við lagnubørnum kring allan heimin.

Tað er Sigbritt við Neyst sum skipar fyri ráðstevnuni. Í viðmerking sigur hon at ráðstevnan er viðkomandi fyri øll sum arbeiða við menniskju og onnur sum eru áhugaði í at vita meir um evni.

“Ein partur av ráðstevnuni verður almennur og ókeypis. Hetta er ein liður í einum ynski um at sálarheilsa skal vera fyri øll. M.a. verður granskingarverkætlanin sum eg havi gjørt í hesum evninum løgd fram í har” sigur hon. 

Skrá og tilmelding sæst á www.2be.fo